Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á gamla hotellinum í Miðvági bjóðaði Vága Javnaðarfelag farna vikuskifti til almenna café. Te, kaffi, smyrjibreyð og køkur vóru gratis. Og so kundi tú keypa tær eina øl og ein akvavit. Sera passandi eitt fríggjakvøld á heysti, nú tá dagurin styttist og kvøldini longjast.

Tað síðsta á kvøldarskránni hettar kvøldið var Aksel Johannesen, flokksform. í javnaðarflokkinum. Og heilt erliga. Tað var tað vert hettar kvøldi, at sita og bíða eftir høvuðstalaranum. Tí Aksel var í essinum. Framløgan var einum statsmanni verdug. Konstruktivur, hugsjónarligur og hann hevði dirvi til at siga, tað sum skuldi sigast. Um hvussu hettar landið eigur at stýrast. Um hvussu vit eiga at framtíðartryggja okkara lítla land. Onki babb, onki agg. Bara politikkur tá hann er allarbestur.

Men tað var líkasum at okkurt manglaði. Fólk fingu ikki ordiliga fatur á hvat gott Aksel hevði til arbeiðarafamiljur sum nú stríðast. Sum stríðast við at halda høvdi omaná vatnskorpuni. At halda kreditorarnar uppá avstand. Tí oljurokningin er dupla úr kr. 2.000,- uppí kr. 4.000,- um mánaðin. Umframt alt hitt, sum bara fer upp og upp. Tí tey tímaløntu hava onki fríholt longur til at halda avstand. Har er slitið inn á stál.

Forskattingin av fríðtíðarlønini
Hví verða tey tímaløntu forskattaði av fríðtíðarlønini ? Vit eru einasta land í verðini sum forskattar frítíðarlønina. Ein arbeiðarafamilja, maður og kona, sum við normeraðari tímaløn forvinna kr. 600.000,- árliga, skulu gjalda einar 25.000 krónur í forskatti. Hettar svarðar til kr. 2.000,- um mánaðin. Júst tað sum oljurokningin er hækkað við. Hettar eru pengar sum tey hava forvunnið, men sum tey skulu bíða upptil 13 mánaðir til at fáa útgoldið. Tey skulu bíða líka til 2. mai næsta ár til at fáa sínar egnu pengar. Hvat er hettar fyri nakað ? Jú fyrst og fremst er tað ein sera ópassandi bjálving av landskassanum. Ein likviditetshjálp til at sminka landskassa roknskapin. Upprunaliga er hettar nokk eitt stunt frá tápuligum fakfelagspamparum. Eitt stunt, sum tey hava fingið javnaðarpolitikkarar at ganga við til. Nakað sum ongastaðni hoyrir heima. Og sum bara plágar og dregur niður.

Tann søguliga pliktin
Tað verður sagt at føroyskir politikkarar eru vánaligir. Hettar er ikki bara rætt. Tað eru 3 stór arbeiðaramál, sum flokkur hjá Aksel hevur barst fyri og fingið ígjøgnum, saman við øðrum góðum fólki.

Í 1978 fekk Vilhelm Johannsen ígjøgnum dagpeningaskipanina, seinni ALS. Áðrenn dagpengaskipanin kom, tá máttu løntakarar, sum blivu arbeiðsleys, leggja seg inn á foreldrini fyri at yvirliva. Tí tú hevði bara tummlarnar at sutta uppá. Og tað gav ikki nakra mettu. Ella so máttu tey av landinum, til Danmarkar ella Norra.

Í 1998 var fekk flokkurin ”tann samhaldsfasta” ígjøgnum, hjartabarni hjá Atla Dam. Eitt stórtak til at framtíðartryggja arbeiðarafamiljur tá tey blivu gomul. Arbeiðsmarknaðurin skuldi nú gjalda inn í ein grunn, sum var oyramerktur til hvønn einstakan lønmóttakara. Her átti tú tína egnu uppsparing í einum sjálvstøðugum grunni, sum ongin kundi røra. Hvørki hvørki ringar tíðir, ella ein stressaður landskassi, ella smartir politikkarir sum brellaðust eftir at brúka av hesi miliardakonto.

Og farna vælskeið, so kom Eyðgunn Samuelsen við tí nýggju pensjónsskipanini, Kanska verðins besta pensjónsskipan fyri tey lægstløntu. Eitt bragd. Tí nú hava tey lægst løntu, arbeiðarafamiljurnar, rætt til somu pensjónir sum tey meira vælbjargaðu. Rættin til eina verduga pensjónstilverðu.

Felagsnevnarin fyri hesi stóru brøgd er, at øll venda tey tunga endan rætta vegin. At tey leggja yvirleggarin soleiðis, at flest møgulig kunna verða við.

Babb ella álvara
Tað liggur ein søgulig byrða á Aksel Johannsen at sita sum formaður í javnaðarflokkinum. Tað forpliktar. Í hvussu so er tá vit tosa um arbeiðaramál. Tá vit tosa um tey tímaløntu, tey lægstløntu. Aksel hevur skyldu til at vísa okkum, at tað er munur ímillum orð og handling.

Bara higartil í ár er landskassin lagstur á kr. 13.000,- hjá eini tímaløntari arbeiðarafamilju. Í forskatting av fríðtíðarlønunum. Er hettar rímuligt. Nei, hettar er langt uttanfyri alfaraveg. Nú er tíð at sleppa undan hesum okinum. Og tað ber væl til at handla, sjálvt um ein situr í andstøðu. Kanska serliga í andstøðu, sleppur tú at vísa á munin ímillum babb og álvara.

Í Norra er jólamánaðin ein stressaður mánaði. Nógvir tvungnir frídagar og nógvar útreiðslur. Men har sleppur tú at velja hvørt tú vil gjalda bert hálvan skatt ella fullan skatt jólamánaðan. Ber tað til í Norra, so ber tað eisini til her. Við. frítíðarlønini kundu vit saktans bjóða okkara tímaløntu eina líknandi skipan. Soleiðis at tey tímaløntu antin velja at fáa fulla løn útgoldna, ella at verða forskattaði. Og velja tey forskatting, ja, so fáa tey sum nú, útgoldna skattafríða frítíðarløn. Tey sum hava ráð til tað !

Ja ja, Aksel vil ikki tosa álvarsmál við fólkaflokkin. Tað er ein erlig sak. Men sambandi hevur fyrr verið til at tosa við. Hví er tað blivið so torført ? Gott nokk, sjálvstýrisvongurin í sambandinum, sosum Kai Leo Johannesen, vilja nokk fylgja fólkaflokkinum. Men har er eisini annað gott fólk í sambandinum, sosum vongurin hjá Jóhan Dahl. Ein sosial liberalur flokkur siga teir sjálvir. So lat teir nú royna seg. Har er ongin umbering og ongin forðing fyri at læta seg í arbeiðshandskar. Hvørki hjá Aksel ella Jóhan Dahl. Og her er ongin tíð at spilla. Tí fólk eru niðurmóðkaði. Og tey hokna bara meir og meir.

Rúni Nolsøe

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo