40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-166/2021 frá Sámal Peturi í Grund, løgtingsmanni, um óljóð frá skipum við bryggju.

Spurningarnir vóru soljóðandi:

1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørji atlit vórðu tikin, tá landsstýrismaðurin samdist við Kommunufelagið um eina standardreglugerð um óljóð frá skipum?

2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um heilsumyndugleikarnir vórðu spurdir til ráðs, áðrenn markvirðini fyri óljóð vórðu ásett í standardreglugerðini?

3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørji markvirði eru galdandi fyri, at føroysk virkir kunnu fáa umhvørvisgóðkenning?

Til nr. 1
Óljóð frá skipum hevur ofta verið á breddanum tey seinastu árini, men kortini bar tað ikki til hjá kommununum at koma ásamt um ein felags leist at basa trupulleikanum. Orsøkin til, at trupulleikin mátti loysast í felag, var tann, at um ein havnarmyndugleiki setti forboð fyri einum skipi at koma í havn, orsakað av óljóði, so fóru skipini bara í aðra havn. Tískil var tað kappingaravlagandi fyri ein havnarmyndugleika at seta eitt slíkt forboð.

Tá tað ikki bar til hjá kommununum at koma ásamt um eina loysn, bóðu tær landsstýrismannin gera eina kunngerð um óljóð frá skipum. Tá kunngerðaruppskotið varð sent til hoyringar, broyttu kommunurnar støðu og vildu hava kunngerðaruppskotið tikið aftur. Ístaðin vildu kommunurnar gera eina felags reglugerð um óljóð frá skipum við at seta eitt markvirði fyri óljóð, sum allar havnir skuldu fylgja.

Landsstýrismaðurin játtaði at taka kunngerðaruppskotið aftur og lata kommunurnar loysa trupulleikan í felag eftir teirri reglugerð, tær sjálvar høvdu skrivað og samtykt, tí mett varð, at útlitini fyri eini skynsamari loysn vóru munandi betri, um kommunurnar sjálvar átóku sær uppgávuna at bøta um viðurskiftini til frama fyri egnar borgarar.

Kommunurnar og Umhvørvis- og vinnumálaráðið fara at eftirmeta reglugerðina í seinasta lagi 31. januar 2023. Byrjanartrupulleikarnar, sum borgarar uppliva við reglugerðini nú, hava kommunurnar høvi at loysa fram til ta tíð.

Til nr. 2
Heilsumyndugleikar vóru ikki við í arbeiðinum at gera uppskot um markvirði í kunngerðini og seinni reglugerðini.

Í ætlaðu kunngerðini vórðu donsk markvirði fyri lágfrekvent ljóð, mátað innandura í bústaði, brúkt. Hesi markvirði eru grundað á kanningar av, hvussu vit hoyra og uppfata lágfrekvent ljóð. Í kommunalu reglugerðini eru ásett markvirði fyri styrkina á lágfrekventum ljóði 25 metrar frá skipi, har roynt er at leggja upp fyri, hvussu styrkin av lágfrekventum ljóði verður innandura. Hesi bæði markvirðini kunnu sostatt ikki samanberast, men málið er tað sama, nevniliga at amparnir av lágfrekventum ljóði eru so smáir sum gjørligt. Sí meira um markvirði í svarinum til spurning 3.

Til nr. 3
Virki ella virksemi, sum eru fevnd av 5. kapitli í umhvørvisverndarlógini, standa í fylgiskjalinum til lógina. Hesi skulu hava umhvørvisgóðkenning. Skip eru ikki nevnd í fylgiskjalinum.

Flestu virki, sum hava umhvørvisgóðkenning, hava treyt um, hvussu hart samlaða ljóðið frá júst tí virkinum kann vera í ávísum økjum, t.d. bústaðarøkjum. Talan er sostatt um ískoyti av ljóði frá hvørjum virki sær, og í hesum føri er talan um allar frekvensir í ljóðinum. Treytirnar eru ymiskar, alt eftir tíðini á degnum og hvar tú ert, t.d. um tað er dagur ella nátt ella um tú ert í eitt nú bústaðarøki ella miðbýarøki. Strangastu krøvini eru fyri bústaðarøki um náttina.

Markvirðini eru miðaltøl fyri eitt ávíst tíðarskeið og galdandi uttandura.

Treytirnar fyri virkini siga tó einki um samlaðu nøgdina av ljóði í bústaðarøkjum, men bara hvussu hart hvørt einstakt virki kann ljóða. Eru fleiri virki tætt saman, kann ljóðið í bústaðarøkinum vera nakað væl hægri enn treytin fyri hvørt einstakt virki.

Uppi í vanliga ljóðinum frá skipum eru minst tvey serstøk ljóðsløg. “Brumm”, sum vanliga verður tulkað sum lágfrekvent ljóð frá motorum, og “buldur”, sum til dømis kemur av, at bingjur bresta saman, meðan lossað verður. Í kommunalu reglugerðini, eins og í ætlaðu kunngerðini, er dentur lagdur á at minka um árin av lágfrekventum ljóði, men harafturat skal havnarmyndugleikin altíð ansa eftir, at skip við bryggju og annað skipavirksemi á havnarlagi ikki larma óneyðugt.

Í ætlaðu kunngerðini vórðu donsk markvirði fyri lágfrekvent ljóð innandura brúkt. Tað merkir, at tú mást inn til fólk at máta fyri at staðfesta, um markvirðini verða hildin. Hetta skal helst gerast um náttina, tí tá er minst av øðrum órógvandi ljóði. Harafturat eru hús ymisk og rúm í húsinum ymisk.

Í kommunalu reglugerðini verður lágfrekvent ljóð mátað 25 m frá skipinum. Út frá mátingunum seinasta ár, er roynt at seta endaliga markvirðið 25 m frá skipinum soleiðis, at styrkin av lágfrekventum ljóði innandura um náttina verður niðan fyri donsku markvirðini.

Markvirðini fyri óljóð frá skipum í kommunalu reglugerðini eru sett at lækka yvir trý ár, tí bæði havnir, agentar og skip mugu hava tíð til at laga seg til nýggju treytirnar. Fyrstu markvirðini eru tó sett niðan fyri miðaltalið av mátingunum, sum vórðu gjørdar í fjør.

Skipini skulu nú fáa møgulig boð út frá nýggju treytunum, men tað varð ikki hildið at vera rímiligt at krevja, at fiskiskip bróta vertíðina av út frá nýggju treytunum, men til næstu vertíð skulu viðurskiftini vera í lagi. Tað tekur sostatt nakað av tíð, áðrenn fiskiskipini fáa viðurskiftini í rættlag. Fyri farmaskip virka treytirnar skjótari. Tey fáa eina styttri freist at fáa viðurskiftini í rættlag.

Ymisku markvirðini fyri ljóð kunnu ikki samanberast, men tey eru í øllum førum sett fyri at verja heilsu og trivnað hjá borgarum nærhendis vinnuvirksemi.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 20. apríl 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo