



Bygdarráðið í Vestmanna hevur samtykt at ganga á møti umsókn frá smápartafelagnum Faer Isles Destillery um byggi- og virkisloyvi til framleiðslu av spiritus Inni á Fjørð.
Sjálv framleiðslan verður í hølum har eitt nú timburverkstaður og trolvirki áður hava verið. Men við tíðini er eisini ætlanin at hava stásilig framvísingarhøli og annað í fjøllunum ímillum Vestmanna og Kvívík.
Bogi K. Mouritsen, sum er ein av stigtakarunum, sigur við VP, at tað hevur gingið væl at tekna limir, sum samstundis eru við til at leggja fíggjarliga støðið undir felagið.
- Vit hava longu nærum 500 limir í Føroyum, og í næstum verða eisini átøk gjørd uttanlands. Málið er at fáa nakrar túsund limir, sigur hann.
Teir vænta at kunna byrja fyrireikingarnar í hølunum longu í heyst, og gongst sum ætlað kann framleiðslan byrja næsta ár.
Eini 2-3 fólk fara at starvast hjá felagnum at byrja við.
Tað ber til at lesa meira um verkætlanina á heimasíðuni, www.faer.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo