Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Í ár hava vit serliga raðfest altjóða menning til tess at røkka longur út á marknaðin. Eftir yvirtøkuna av The Scottish Salmon Company síðst í 2019 hava vit arbeitt miðvíst við at gagnnýta nýggjar møguleikar og sameina styrkirnar hjá báðum feløgunum.

- Vit hava gjørt stór framstig í mun til at íverkseta okkara strategi, sum er at framleiða burðardyggan laks til støðugt vaksandi fólkatalið í heiminum.

- Í november rukku vit málinum, sum vit settu okkum í 2013, at øll aliøki hjá Bakkafrost skuldu vera ASC-góðkend áðrenn árslok í 2020. ASC er mest viðurkenda umhvørvisgóðkenningin í heiminum innan laksaaling, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, í svari til spurningar frá VP.

Víðari sigur Regin Jacobsen, at Smoltstøðin á Strond er nú liðugt bygd, og flutt verða nú alsamt størri smolt út á aliøkini.

- Við hesum minka vit um lívfrøðiliga váðan í okkara virksemi og økja samstundis um samlaðu nøgdina av laksi. Vit hava sett gongd á útbygging av smoltstøðunum á Norðtoftum og Glyvradali og hava annars nógvar ymsar verkætlanir í gongd, sum koma at merkja bæði 2021 og árini framyvir.

- Burðardygg matvøruframleiðsla hevur vaksandi fokus, og eru vit sera errin av at vera kosin ein av trimum proteinframleiðarum í heiminum í hægsta flokki innan burðardygd av “FAIRR Initiative”.

- Við alivirksemi í tveimum londum, eitt breiðari altjóða fokus og menning av okkara virksemi í USA, haldi eg samanumtikið, at vit standa á einum tryggum og góðum grundarlagi, nú vit fara inn í 2021.

Hvat hava tit lært í 2020?
- Í 2020 hava vit lært altíð at vænta tað óvæntaða. Eingin hevði frammanundan væntað allar tær avbjóðingarnar, sum vit hava upplivað í ár. Vit hava tó eisini upplivað, at Korona-farsóttin hevur fingið tað besta fram í okkum, og okkara starvsfólk eru í nógvum førum farin framum tað, ið væntað verður.

- Smidleiki og evnini at tillaga seg eftir umstøðunum hevur verið avgerandi fyri Bakkafrost í ár. Bæði í mun til at handfara uttanhýsis avbjóðingar, men eisini í mun til at íverkseta tær broytingar, sum vit hava framt í sambandi við samanleggingina av fyritøkunum í Føroyum og Skotlandi. Tað hevur verið spennandi at sæð, hvussu fólk hava tikið ímóti broytingunum og okkara framtíðarætlan.

- Í ár hava vit veruliga sæð týdningin av at hava eina smidliga framleiðslu. Tá HORECA-geirin - sum er stytting fyri Hotel, Restaurant og Café - varð raktur av strongu avmarkingunum, sum vórðu settar í verk, merktu vit ein øktan eftirspurning frá smásølu marknaðinum. Við okkara smidliga framleiðslumyndli og við dugnaligum starvsfólkum megnaðu vit at tryggja eina regluliga veiting av hágóðsku laksi til marknaðin. Økti eftirspurningurin frá smásølu merkir, at fleiri fólk enn nakrantíð áður eta laks. Hetta gevur okkum góðar vónir til 2021.

Hvørjar væntanir hevur tú til 2021?
- Vit hava eina vón um, at vit sostatt fara at síggja øking í eftirspurninginum eftir okkara vørum sum frá líður. Vit fara framhaldandi at leggja dent á smásølu til matvøruhandlar og framhaldandi knýta tættari bond við okkara kundar. Vit fara eisini at gera íløgur í at menna okkara “brand” fyri at fáa sum mest burturúr.

- Tað er sera týdningarmikið at landsins myndleikar taka støðuna í álvara og taka avgerðir, sum styrkja kappingarførið hjá vinnuni í hesum truplu tíðum.

- Alivinnan hevur og er áhaldandi ein týðandi bulur í føroyska búskapinum.

- Tað er sera átrokandi at gera broytingar í ymiskum veterinerum lógarásetingum, sum kunnu vera til stóran skaða fyri vinnuna, um hesar ikki verða tillagaðar. Vit læra áhaldandi, og eiga at taka hesa vitan við í, hvussu vit skipa okkum.

- Viðvíkjandi framleiðslu fara vit áhaldandi at skapa ábyrgdarfullan vøkstur í allari virðisketuni. Tá heimurin nú vónandi fer at koma fyri seg fíggjarliga, fara vit at leggja enn størri dent á burðardygd, sigur Regin Jacobsen, stjóri, í svarinum til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo