Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Skansi Cup skal haldast hvørt ár, men hon verður ikki sum aðrar vektlyftingar kappingar vanliga plaga at vera. Tað verður kappast í trekk og vend & stoyt, men nakrir av teimum vanligu kappingarreglunum vera broyttar ella tiknir heilt burtur. Eitt nú reglan um at man bert kann luttaka um tað verður lyft í trikot (kappingar drakt), verður tikin burtur. Tíðskil velur lyftarin sjálvur um hann er í trikot ella ikki.

Reglan um stem, (at albogarnir skulu vera strekrir tá ið man loftar vektstongini yvir høvd) verður eisini tikin burtur. Hesar broytingar, saman við øðrum, verða gjørdar fyri at tað ikki skal vera so ræðandi hjá nýggjum lyftarum at luttaka, samstundis sum tað ger ítróttin meira áskoðara vinarligan.

Tey sum eru áhugað kunnu fara inn á heimasíðuna www.stoyt.fo, trýsta á "Tiltøk", finn Skansi Cup og trýst á "Melda til". 

Skráðin og aðrar praktiskar upplýsingar viðvíkjandi kappingin koma út seinni.

Kappingin verður hildin í heimstaðnum hjá bæði Stoyt og Tvørmegi, í Slættanesgøtu 11.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo