Sámal Sunnudag: Ein gloymdur partur av kjakinum um Suðuroyartunnilin er “framtíðargranskingin”. Hvussu fer samfelagið at broytast hesa komandi hálvu øldina? Og hvussu fer tað at ávirka nýtsluna av Suðuroyartunlinum og harvið sjálvt handilsmodellið fyri tunnilin?
Vit fara at síggja eina áhaldandi broyting í orkunýtsluni. Longu nú koyra nógvir elbilar á vegunum, og í framtíðini fer nýggj tøkni at broyta orkuveitingina til bilar fullkomiliga.
Tað er heldur ikki víst, at vit um 50 ár fara at hava privatbilar, sum vit kenna tað í dag.
Kanska verða heilt aðrar loysnir upp á mobilitets-trupulleikan, ið er íkomin av, at arbeiðspláss og bústaðir verða staðsett alsamt minni samanhangandi. Hugtakið burðardygd fer at fylla enn meiri í framtíðini enn tað ger í dag, líka mikið hvat Trump v.fl. munnu halda.
Fer man í framtíðini at góðtaka so nógva ferðing millum bústað og arbeiði, sum vit hava sæð seinastu áratíggjuni?
Burðardygd er ikki bert ein spurningur um umhvørvi og búskap, men eisini um sosiala burðardygd. Tað ger stór inntriv í sosiala lívið í Suðuroynni, um meginparturin av íbúgvunum skulu ferðast 2-3 tímar til og frá arbeiði hvønn gerandisdag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



