Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Á myndini frá undirskrivingini síggjast borgarstjórin Annika Olsen taka handatak saman við Jákup Veyhe, formann í Klippfisk og Gunvør Balle, forkvinnu í mentamálanevndini, umframt Joan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, Beintu Haraldsen, verkætlanarfólk, Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóra, Jógvan Sørin Hansen, leiðara á Kvøldskúlanum, Jónhild Rasmussen, leiðara á Hugskotinum, Jan Berg Jørgensen, nevndarlim í Klippfisk, Pætur M. Dahl, nevndarlimur í Klippfisk og Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini

Klippfisk og Tórshavnar kommuna hava skrivað undir samstarvsavtalu um at menna filmsspírar.

Klippfisk var stovnað í 2005 at virka fyri m.a. at fáa films- og videoumstøður til vega og virka fyri at reka ein filmsverkstað. Frá byrjan av hevur Tórshavnar kommuna stuðlað virkseminum við árligum rakstrarstuðli til at keypa útgerð, hýst virkseminum o.a. 

Í eina tíð hava samráðingar verið millum kommununa og Klippfisk um framtíðar virksemi. Í vikuni var samstarvsavtala undirskrivað, sum hevur til endamáls at virka fyri framhaldandi menning av einum filmsvakstrarumhvørvi fyri ungar filmsspírar í Tórshavnar kommunu.

Sum nakað heilt nýtt kemur Klippfisk nú at virka saman við íverksetarahúsinum Hugskotinum, ið heldur til í spennandi nýskaparumhvørvinum í nýggja Sjóvinnuhúsinum.

Í løtuni vera umstøðurnar til filmsverkstovu við dagførdari útgerð gjørdar klárar og umstøður til útlán av filmsútgerð, nýggj heimasíða, skeið saman við Kvøldskúlanum o.s.fr. fyrireikaði. 

Fyrst í oktober verður almenn móttøka, tá virksemið kemur fult í gongd. Leiðarin í Hugskotinum Jónhild Rasmussen kemur at hava dagligu ábyrgdina av virkseminum saman við Klippfisknevndini við Jákup Veyhe sum formanni.

Klippfisknevndin kemur at virka sum ráðgevandi í sambandi við menning av virkseminum, keyp av útgerð, rekruttering av áhugaðum ungdómum, menning av skeiðstilboðum saman við Kvøldskúlanum o.s.fr.

Beinta Haraldsen kemur at taka sær av dagliga virkseminum. Neyvari lýsing kemur um hetta í næstum. 

Málið er, at virksemið, sum nú kemur í spennandi og nýggjar karmar, fer at vera við til at eggja og menna nýggjar føroyskar filmsspírar. Hesi farnu 12 árini hevur Klippfisk havt týðandi leiklut í at menna fleiri av teimum filmsfólkunum, sum í dag mynda føroyska filmslist.

Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur havt viðgerðina av málinum um hendi og játtað 400.000 til virksemi í 2017 og ætlandi somu upphædd í 2018.

Ætlandi kemur komandi Filmshúsið, ið Mentamálaráðið er í fer við at stovna, at húsast saman við Hugskotinum og Klippfisk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo