At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Móðirfelagið hjá eitt nú Ennibergi, Ametyst og Havborg, sum eisini eigur sín trivaliga part av eitt nú SMS og nýggja Emerald, hevði 34 mió kr í avlopi í fjør - 10 mió kr meira enn árið frammanundan. Tað vísir nýliga kunngjørdi ársroknskapurin.

- Framtíðarútlitini eru tengd at veiðimøguleikunum, har mest týðandi fiskileið hjá Ennibergi er Barentshavið. Tilfeingisskattur umframt oljuprísur, gjaldoyra og fiskaprísir hava eisini stóran týdning fyri úrslitið hjá felagnum, sigur leiðslan, sum kortini sigur seg hava álit á, at veiðimøguleikarnir verða nøktandi í framtíðini.

Konsernin rindaði útivið 68 mió kr í lønum í fjør. Fiskirættindi høvdu eitt bókað virði á 61,6 mió kr. Fíggjarstøðan javnvigaði við 741 mió kr við árslok í fjør, eginognin var góðar 300 mió kr.

Kaj Johannesen og Mortan H. Johannesen eru stjórar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo