Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Úrslitið hjá Farcod konsernini var ein vinningur eftir skatt uppá 27 mió kr í mun til 24,5 mió kr í 2019.

Sølan minkaði annars úr 198 mió kr í 2019 til 168 mió kr í fjør.

Bruttovinningurin var lakari í fjør enn árið fyri, 96,7 mió kr í mun til 124,6 mió kr.

Eisini úrslitið áðrenn fíggjarpostar var lakari, 15,8 mió kr í mun til smáar 22 mió kr.

Farcod konsernin fevnir um skipini Enniberg, Ametyst, Havborg og helvtina av SMS. Og tað eru úrslitini í hesum feløgum, sum spíta í.

Fíggjarstøðan javnvigar við 387 mió kr og eginognin var við ársbyrjan 246 mió kr.

Kaj Johannesen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo