Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eftir innslagið í Degi og Viku 30. desember 2022 (sí niðanfyri), hevur Farhat Bourbia, eigarin av Farhat’sa í Saltangará, og advokaturin hjá honum, sum umboðar LEKS Advokatfirma, skrivað eitt aftursvar - ella eina rætting, sum teir kalla tað. 

Aftursvarið hjá teimum er soljóðandi:

---

Í drúgvum innslagi á KVF 30/12 2022 (góðar 17 minuttir) verður Farhat Bourbia húðflongdur fyri handfaringina av fleiri navngivnum tunesum, sum hava fingið ringa viðferð, og sum millum annað hava etið úr ruskspann, onga løn hava fingið og eru útsettir fyri harðskap.

Meginparturin av innslagnum er ikki satt, og her verður roynt at varpa ljós á veruleikan.

Farhat Bourbia hevur búð i Føroyum í nógv ár og hevur tey síðstu 16 árini rikið pizzaria í Runavík. Hann eigur felagið Sp/F Rafik’sa og hevur eitt pizzaria í Runavík, sum eitur Farhat’sa.

Felagið, sum innslagið er um, eitur Sp/F 20.10.20, og er stovnað 20/10 2020. KVF er vitandi um hetta, tí í innslagnum (umleið 1:57) er v-talið á felagnum (648639) víst. Tríggir eigarar vóru: Sp/F Rafik’sa (sum Farhat Bourbia eigur), Jóan Petur á Stongunum og Sp/F Høgaleitið (sum Bill Justinussen eigur). Teir tríggir eigarnir áttu ein triðing hvør, og Jóan Petur á Stongunum varð settur sum stjóri og hevði dagliga raksturin um hendi.

Í innslagnum fær hyggjarin ta fatan, at tað er Farhat Bourbia og hansara felag, Sp/F Rafik’sa, sum hevur sett hesar menninar, tí filmað verður uttanfyri Farhat’sa Pizzaria í Saltangará, og sagt verður, at teir skuldu arbeiða har. Hetta er faktuelt skeivt. Tað er nevnt í innslagnum, ca. 2 minuttir inni, at teir skuldu arbeiða á pizzeria hjá Sp/F Rafik’sa í Saltangará aftaná at teir høvdu gjørt handverkaraarbeiði í Klaksvík. Teir arbeiddu ikki fyri Sp/F Rafiksa, men fyri pizzeria, sum felagið Sp/F 20.10.20 hevði í Havn.

Ein av monnunum í innslagnum, Saber Haddad, skuldi arbeiða í Farhat’sa. Fyri at fáa løn skuldi hann lata arbeiðsgevara p-tal og kontonummar. Bill Justinussen fekk til vega hesi skjøl, men av onkrari orsøk undirskrivaði Saber ikki skjølini fyrr enn nú og hevur síðani fingið løn.

Farhat Bourbia noktar at hava sligið hann, tvingað hann at etið rusk ella annað, sum er borið fram. Farhat Bourbia er heldur ikki vitandi um, at Saber Haddad hevur meldað harðskap til løgregluna.

Farhat Bourbia hevur sum so ikki havt nakað við leiðsluna av felagnum Sp/F 20.10.20 at gera, tí Jóan Petur á Stongunum var stjóri fram til 2/12 2022, tá hann vildi fara frá, og Farhat Bourbia tók yvir sum stjóri.

Í innslagnum, ca. 7:20 inni, sigur Georg L. Petersen, at Farhat var stjóri í felagnum. Hetta er skeivt, og hetta er lætt at kanna á Skráseting Føroya, har øll, eisini KVF kunnu leita. Tað er ongin orsøk til, at KVF hevur Georg L. Petersen standandi uttanfyri Farhat’sa Pizzaria í Saltangará, tá teir ikki arbeiddu har, nakað sum Georg L. Petersen visti ella burdi vitað.

Felagið hjá Bill Justinussen, Sp/F Høgaleitið, seldi sín triðing (nominelt kr. 17.000,00) av felagnum til Sp/F Rafik’sa, sum Farhat Bourbia eigur 100%. Hetta hendi 29/11 2022.

Tað, sum Sp/F Rafik’sa hevur havt við Sp/F 20.10.20 at gera, er at hava veitt felagnum lán til at byrja rakstur av fyrst einum pizzeria í Havn og seinni einum í Klaksvík. Hesi pizzastøðini hava einki við Farhat Bourbia at gera, annað enn at Sp/F Rafik’sa átti ein triðing av felagnum.

Sp/F Rafiksa hevur millum annað eisini veitt fíggjarligan stuðul til tunesarnar, sum vóru strandaðir í Marokko vegna Korona í meira enn tveir mánaðir. Hetta var m.a. til hotell, ferðaseðlar og annað. Avtalað var við menninar, at teir skuldu gjalda hetta aftur til Sp/F Rafik’sa, tá teir fingu løn frá Sp/F 20.10.20.

Onki av tí, sum er í innslagnum, er hent, meðan Farhat Bourbia var stjóri, men meðan Jóan Petur á Stongunum var stjóri. Hetta sæst ikki aftur í innslagnum.

Georg L. Petersen sigur í innslagnum, at hann hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Farhat Bourbia, men at Farhat ikki vendi aftur. Hetta er eisini skeivt. Farhat ringdi til Georg L. Petersen, trý korter eftir at Georg L. Petersen ringdi til sín, men ongin svaraði. Eisini hevur Farhat yvirfyri Georg L. Petersen upplýst, hvussu hetta hongur saman, men søgan var kanska ov góð til at rætta.

Farhat Bourbia hevur sostatt hjálpt monnunum heldur enn umvent, sum innslagið annars gav inntrykk av.

Farhat’sa Pizza í Saltangará, sum KVF hevur tengt at søguni, selur onki longur, tí ongin tímir at keypa frá einum, sum fæst við trælahald og harðskap, og tískil hevur faktuelt skeiva innslagið hjá KVF havt fíggjarligar fylgjur fyri Farhat Bourbia og hansara felag, Sp/F Rafik’sa.

KVF eigur at koma við einum dementi av søguni, sum fyllur líka nógv sum innslagið, og kæra verður møguliga send Fjølmiðlakærunevndini. Møguligt endurgjaldskrav verður eisini tikið fyrivarni fyri.

---

Sí innslagið í Kvf, sum talan er um, her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo