Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hóast nettosølan vaks við nógvum milliónum, so minkaði ársúrslitið heilt munandi hjá partafelagnum Faroe Ship í fjør.

Nettosølan bleiv 632 mió kr, sum er heilar 62 mió kr meira enn árið framman undan. Men úrslitið tódnaði við heili 42 mió kr og endaði á 17 mió kr í fjør.

Verður hugt at úrslitinum uttan kapitalpartar sæst, at tað var 5,8 mió kr í 2018 og heilar 19,4 mió kr í fjør. Við øðrum orðum, tað eru úrslitini í dóttirfeløgunum sum draga niður.

Faroe Ship er partur av íslendsku Eimskip konsernini. Samstundis hevur Faroe Ship eina langa røð av øðrum feløgum undir sínum veingjabreiði, serliga snýr tað seg um skip sum sigla við farmi.

Sagt verður í frágreiðingini, at korona helst fer at gera, at úrslitið verður lakari í ár enn í fjør.

Fíggjarstøðan javnvigar við 678 mió kr og eginognin er 600 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo