At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

FarPay: Tey seinastu árini hava fíggjarliga sæð ikki verið nakar dansur á rósum – hvørki her heima, ella úti í heimi. Hóast tað, hevur tað eydnast FarPay at tillaga seg tær broyttu marknaðartreytirnar og hevur bast avbjóðingunum. Tað hevur eydnast so mikið væl, at annað árið á rað, er FarPay kosið til “Gazelle” av Dagbladet Børsen – ein heiður, ið bert verður givin fyritøkum, sum seinastu fýra árini í minsta lagi hava tvífalda søluna ella bruttovinningin.

At náa tað hevur ikki verið lætt.

“Nei, tað hevur verið ein stór avbjóðing í einari tíð við korona og ófriði”, sannar okkara stjóri Sámal Samuelsen.

“Men vit løgdu eina ætlan og hava víst, at vit kunnu halda hana, so “Gazellan” er aftur í ár eitt megnar herðaklapp til okkara dugnaligu og arbeiðssomu starvsfólk, ið hava ment og dagliga víðarimenna tær tænastur, sum ger lívið lættari hjá okkara kundum og teirra gjaldarum.“

“Sjálvandi eru vit ógvuliga fegin og glað. Men tað hevur ikki verið eitt mál í sær sjálvum at vinna Gazellir: Okkara mál er at tæna okkara kundum samstundis sum vit reka eina sunna fyritøku. Eisini í truplum tíðum. Tað er eydnast, og í mínum eygum er tann størsti vinningurin við okkara framgongd, at vit í tíðarskeiðinum frá februar 2021 og til august í ár, eru vaksin frá at hava 6 til 14 dugnalig starvsfólk. So vit hava eitt enn sterkari grundarlag til at halda fast í tí vøkstrinum, vit hava havt seinastu 4 árini.”

FarPay er ein føroysk fintech-fyritøka, ið veitir integratiónstænastur til fyritøkur og feløg, so arbeiðsgongdir millum bókhaldsskipanir og gjaldsloysnir gerast sjálvvirkandi.

FarPay hevur skrivstovur í Tórshavn og Keypmannahavn og størsti parturin av virkseminumog vøkstrinum er uttanfyri Føroyar. FarPay bleiv kosin ársins íverkseti í Føroyum í 2019, og fekk Børsen Gazelle prísin í Danmark í 2021 og 2022.

FarPay hevur kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, har tað serliga í danska marknaðinum eru stórir vakstrarmøguleikar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo