Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

FarPay Sp/f: Nevndin í FarPay hevur sett út í kortið at styrkja virksemi uttanfyri Føroyar enn meira, eftir at danska dóttirfelagið tvey ár á rað er kosið “Børsen Gazelle”, ið er ein viðurkenning fyri økt virksemi.

Nevndin hevur í hesum sambandi tikið avgerð um at seta danan Rasmus Overbeck Christensen sum nýggjan stjóra.

Rasmus Overbeck Christensen, ið er 49 ára gamal, hevur meira enn 20 ára royndir innan strategiska marknaðarføring í størri fyritøkum, sum t.d. Milestone Systems, Simcorp og Dansk Industri.

Høvuðsuppgávan hjá nýggja stjóranum verður at menna vøksturin á danska marknaðinum enn meira við at styrkja um sølu og marknaðarføring, og at menna bygnaðin í fyritøkuni.

Nýggi stjórin skal harumframt verða við til at fyrireika FarPay at fara inn á nýggjar marknaðir, t.d. onnur Norðurlond og DACH-londini.

Sámal Samuelsen, sum er føroyingur búsitandi í Danmark, hevur røkt starvið sum stjóri í FarPay síðani 2019.

- Nevndin í FarPay er fegin um at Rasmus Overbeck Christensen hevur tikið av starvinum sum nýggjur stjóri í FarPay, við tí endamálið at styrkja fyritøkuna enn meira, herundir gjøgnum framhaldandi menning av vøkstrinum á danska marknaðinum, og menning av bygnaðinum í felagnum. Nevndin metir, at Rasmus Overbeck Christensen hevur røttu førleikarnar til at loysa uppgávurnar, eins og til at fyrireika FarPay til at at fara inn á nýggjar marknaðir, t.d. onnur Norðanlond og DACH-londini, og gleðir seg til samstarvið við Rasmus Overbeck Christensen, sum byrjar í starvinum tann 1. mai 2023”, sigur Jóhannus Egholm Hansen, nevndarformaður í FarPay Sp/f og FarPay ApS.

- Nevndin takkar samstundis Sámal Samuelsen fyri arbeiði hansara fyri fyritøkuna, fyrst sum ráðgevi og seinastu árini sum stjóri. Sámal hevur lyft eina munandi uppgáva við at skipa innanhýsis mannagongdir v.m. í fyritøkuni, soleiðis at hon er fyrireika uppá framhaldandi vøkstur, leggur Jóhannus Egholm Hansen, nevndarformaður afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo