Ein av mongu fyrimununum hjá hinum ríka er, at hann hevur ráð at ganga fátæksliga ílatin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Miðnámsrit nr 17: Næmingar eru líka ymiskir sum fólk flest. Vit seta fokus á teir stillu næmingarnar. Hvussu er at vera introvertur í dagsins skúla, har tað at vera ekstrovertur er ein fyrimynd?

Ofta hoyra vit fólk siga, at tey duga ikki at rokna, sum um tað er eitt íborið brek, ið einki gerst við. Men tað ber til at koma hesum fastlæsta hugburði til lívs sambært granskarum.

Fartelefonnýtsla er ein stórur trupulleiki á miðnámi, og gongur hon út yvir svøvn og djúpa læring. Skal gongdin steðgast, mugu myndugleikar, skúlaleiðslur og lærarar taka á í felag.

Máltøkni er samanrenning millum málfrøði og teldufrøði. Nýggj tøkni ger, at fólk, sum hava ilt við at lesa ella skriva, ella sum eru sjónveik ella hoyriveik, kunnu nú vera við bæði í skrift og talu.

Í 2013 fingu lærarar á miðnámi ein sáttmála, sum kostar landskassanum minni, men sum í longdini kann blíva dýrur, tí virðismikið arbeiði ikki verður gjørt, og vit fáa ein verri skúla, sum gongur út yvir næmingarnar og Føroya framtíð.

Í nógv ár hevur verið soltið við bókum til miðnámi, men í 2016 kom ein bók í fyriskipan, og í 2017 kom ein í sálarfrøði. Tær eru sannur fongur í viðkomandi lærugreinum. 

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Sí Miðnámsritið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo