Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Til seinasta løgtingsval legði Sambandsflokkurin stóran dent á viðgerðartrygdina. Nú skuldu stór tøk takast, fyri at stytta bíðilistarnar til viðgerð fyri sjúkur.

Og vit fóru skjótt til verka – men so kom korona – umfarssóttin sum fór við allari orkuni. Tað hevur kravt nógv, ikki minst av heilsuverkinum.

Men nú vit skriva 1. mars hava vit sagt farvæl við koronu, og longu í dag boðar Kaj Leo Johannesen, landsstýrismaður, frá, at hann setir eina nýggja viðgerðartrygd á stovn.

Talan er um viðgerðartrygd innan neyðtøkutilbúgving.

Frá í dag verður tað møguligt hjá fólki, ið hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd at ringja beinleiðis til eina neyðtøkutelefon á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp beinanvegin.

Leingi hevur verið tosað um at gera eina tilbúgving innan hetta økið, og nú er hon endiliga her.

Tilbúgvingin verður mannað við starvsfólki, ið eru skúlað til at taka ímóti fólki, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd.

Tað sum onnur landsstýri ikki eru komin á mál við, tað hevur sonevnda “slipsalandsstýrið” nú avgreitt. – Sig so tað!

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo