Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

G! Festivalurin boðar í dag frá, at heimskendi bretski tónleikarin Fatboy Slim framførir á G! 2019.

Fatboy Slim hevur vunnið tíggju MTV Video Music Awards, tvær Brit Awards og hevur ligið á tindunum á tónleikahittlistum kring heimin seinastu tjúgu árini.

Útgávur sum “You've Come A Long Way Baby”, ið umfatar stakløg sum “The Rockerfeller Skank” og “Praise You”, gjørdust nummar eitt í Onglandi og vóru serstakliga vælumtókt kring allan heimin. Hann framførdi lagið, Praise You og vann tríggjar heiðurslønir á MTV Music Awards í New York.

Á triðju útgávu hansara “Halfway between the gutter and stars”, var m.a. lagið “Weapon of Choice” og ikoniska sjónbandalagið við kenda Hollywood tungvektaranum, Christoper Walken. Hann fór til hús við seks MTV Music Award heiðurslønum tað árið - tað mesta, nakar hevur vunnið á hátíðarhaldinum.

Á palli hevur Fatboy Slim skapt enn fleiri yvirskiftir: Á eini uttandurakonsert á Brighton Beach var av fyriskiparunum væntað, at 60.000 áhoyrarar fóru at koma til framførsluna - har komu 250.000 fólk. Hann hevur latið pallin á Glastonbury upp í 2006 og latið olympisku leikirnar í London í 2012 upp. Framførslan á olympisku leikunum fór fram á einum risastórum uppblásiligum høgguslokki.

Í 2019 framførir Fatboy Slim sjey stadion konsertir í Onglandi, har tann síðsta verður á Wembley, og haðani liggur leiðin til veitslu á Gøtu sandi leygarkvøldið 13. juli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo