

Samuel Little sat longu í fongsli tá ið hann játtaði seg sekan í yvir 90 drápum millum 1970 og 2005.
Nú hevur FBI váttað 50 av drápunum, og heldur at møguligt er, at tann 79 ára gamli maðurin hevur dripið uppaftur fleiri, skrivar VG.
– Fleiri av offrunum doyðu av yvirdose, ella í ólukkum ella av ikki staðfestum orsøkum. Nøkur av líkunum vóru ongantíð funnin, skrivar FBI á heimasíðuni sum gjørd er um hópdrápsmannin.
Á heimasíðuni eru løgd út video har Little greiður frá um drápini, og tekningar, sum hann sjálvur hevur gjørt av persónum, hann sigur seg hava dripið,
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo