Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar: Í Degi og viku í gjár heitti Løgmaður á Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um at loysa lønartrætuna við samráðingarborðið.

Hann heitti samstundis á okkum um at geva tey undantøk, ið sjúkrahúsini bóðu um. Vit tóku áheitanina frá Løgmanni til eftirtektar og góvu umbidnu undantøk í 24 tímar, hóast vit ikki mettu, at støðan var hættislig.

Men enn er púra stilt í Fíggjarmálaráðnum. Jørgen Niclasen vísir somu líkasælu sum gjøgnum allar samráðingarnar.

Nú eru næstan tríggjar vikur, síðan Fíggjarmálaráðið havnaði okkara uppskoti um semju, og síðan tá hava vit einki hoyrt frá teimum.

So vit spyrja aftur, hvar er Jørgen?

Kanska onkur miðil kann fara at leita eftir honum?

Ella kanska Løgmaður spákar teir fáu metrarnar yvir á skrivstovuna hjá Jørgen og biður hann taka ábyrgd av ruðuleikanum, ið hann hevur skapt.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo