Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini eru 8 av teimum 10 valdu nevndarlimunum í nýstovnaða Havnar hugna: Fremst frá vinstru eru Michael Kjøller Jacobæus, Meduna Dalsgaard, Katarina Petersen og Leivur Thomsen. Aftast frá vinstru eru John Dalsgarð, Elin Helena Jensen, Katrina í Geil og Annika Arge Gregoriussen. Elin Brimheim Heinesen og Annika Smith vanta á myndini

Havnar Hugni: Mikukvøldið 26. apríl kl. 19 varð hildin stovnandi aðalfundur í felagnum Havnar hugna. Felagið Havnar hugni er fyri íbúgvar og grannaløg í miðbýnum í Havn.

Endamálið við felagnum – sum tað stendur í § 1 og 2 í viðtøkum felagsins – at virka fyri borgaraluttøku og trivnaði í miðbýnum í Havn, og at fáa meira opinleika og kunnleika um tað, sum kommunan hevur ætlanir um at gera, og sum hevur ávirkan á umhvørvi, íbúgvar og trivnaðin.

Felagið hevur verið undir fyrireiking í eina tíð, og stigtakararnir hava í hesum tíðarskeiði skipað fyri tveimum borgarafundum í Havn, sum greitt hava víst, at tørvur er á einum felag, sum skal virka fyri meira kunning og opinleika, tá talan er um kommunalar ætlanir og virksemi í miðbýnum.

Navnið á felagnum er tikið frá einum líknandi felag, sum borgarar í Havn tóku stig til at stovna í 1948. Millum stovnararnar tá vóru Andrias Ziska og Knút Wang, umframt at bæði Sverri Dahl og Janus Kamban sótu í nevndini í felagnum í 1950. Felagið setti spurnartekin við, hvussu tátíðar býarplanlegging fór fram, og legði dent á at fríðka býin, at hava reinføri í býnum, at koma við hugskotum um ábøtur, og at tala at, tá óheppin inntriv vórðu gjørd.

Hugskot og stigtakan
Tað eru íbúgvar úr ymiskum grannaløgum í miðbýnum í Havn og har umkring, sum hava tikið stig til at stovna felagið. Íbúgvarnir í miðbýnum hava leingi sóknast eftir nøktandi kunning og innliti, umframt virknari borgaraluttøku, í sambandi við at ætlaðar broytingar verða framdar í býarmyndini.

Saknur er á týðiligum og meira samanhangandi ætlanum fyri menningina av býnum, umframt metingar av teimum avleiðingum, ið ávirka framtíðar sereyðkenni, menning og trivnaðin í býnum. Stigtakararnir uppliva, at kommunan í ov stóran mun kroysta verkætlanir ígjøgnum uttan nakað alment orðaskifti og uttan hóskilig atlit til heildina og tey grannaløg, sum verða ávirkaði av teimum rættiliga umfatandi broytingunum, sum hesar verkætlanir hava á býarmyndina.

Øll kunnu gerast limir
Felagið hevur longu á stovningardegnum umleið 65 limir. Flestu teirra eru úr miðbýnum í Havn. Øll, sum taka undir við endamálsorðing felagsins kunnu gerast limir. Ynskir tú at gerast limur, ber til at søkja um limaskap á Facebooksíðuni hjá felagnum: Havnar hugni.

Nevndin skipar seg
Á fundinum greiddu stigtakararnir frá bakgrundini fyri stovnanini og løgdu síðan fram uppskot til viðtøkur fyri felagið, ið vórðu einmælt samtyktar. Harnæst vórðu valdir 10 nevndarlimir, sum eru úr ymiskum grannaløgum í miðbýnum og har umkring, og ein grannskoðari. Nevndin fer mikukvøldið at skipa seg við forfólki, næstforfólki, kassameistara, skrivara og 2. skrivara, og at seta út í kortið eina arbeiðsætlan.

Í nevndina vórðu vald Annika Arge Gregoriussen, Annika Smith, Elin Brimheim Heinesen, Elin Helena Jensen, John Dalsgað, Katarina Petersen, Katrina í Geil, Leivur Thomsen, Meduna Dalsgaard, Michael Kjøller Jacobæus. Til grannskoðara varð vald Hilda Thomsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo