Kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroy: Í fjør var roynt við felagsguðstænastu í Marghøllini í Vági og afturboðanirnar vóru so góðar, at nú verður tátturin tikin upp aftur.
Nú sunnudagin 22. februar kl. 11.00 bjóða kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroy til felags barna- og familjugudstænastu í Marghøllini í Vági.
Til slíkt tiltak er ymiskt á skránni og millum annað kann nevnast, sangur, søga, bøn og spæl.
Tá ið guðstænasta er liðug, verður bjóða til pizza og ein drekkamunn við onkrum søtum afturvið.
Tá ið eftirmett var í fjør søgdu fleiri hvussu gott tað var við at koma hvør øðrum við og at løtan eftir guðstænastuna var so hugnalig við góðum práti og einum kaffimunni og hetta verður sjálvandi eisini á skránni í ár.
Fyri børnini er tað kanska serliga, at hoppiborgirnar verða blástar upp, umframt at møguleiki er til at børnini eisini kunnu sparka og royna klatriveggin.
Til hesa felagsguðstænastuna eru øll hjartaliga vælkomin, og eru vónirnar at síggja nógv børn, vaksin og barnsligar sálir!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



