

Nú Bústaðir og Tórshavnar kommuna gera lestraríbúðir í fyrrverandi kommunuskúlanum í Tróndargøtu/Tórsgøtu, er ætlanin, at aulan (skálin) og lutvíst fyrrverandi sangstovan í bygninginum skal nýtast til mentanarlig endamál.
Hølini verða eftir ætlan tikin í nýtslu á sumri 2017.
Tórshavnar kommuna bjóðar í hesum sambandi áhugaðum borgarum og felagsskapum til almennan fund um ætlanina. Hvussu kunnu vit í felag menna verkætlanina og innihaldið? Og hvussu skipa vit virksemið til mentanarlig endamál.
Øll eru vælkomin við hugskotum og sínum íkasti til at menna hesa spennandi verkætlan.
Tiltakið verður í kvøld 25. oktober 2016 kl. 19.00 í Perluni í Tórsgøtu 3. Tiltakið er alment, og neyðugt er ikki at melda til.
Te og kaffi verður at fáa.
Skrá:
1. Vælkomin
2. Stutt um verkætlanina at gera lestraríbúðir og frágreiðing um karmarnar í hølunum
3. Stutt um tankarnar higartil um hølini
4. Viðmerkingar, orðaskifti og hugskot úr salinum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo