
Mynd: Free-Photos frá Pixabay

Mynd: Free-Photos frá Pixabay
Andrias Magnussen bloggar á Trúboðanum: Fólk eru so ymisk á so nógvum økjum. Tað er eisini ymiskt, hvussu sosial fólk eru. Summi eru útsnúin (ekstrovert), meðan onnur eru innsnúgvin (introvert). Tó vilja øll menniskju vera partur av einum felagsskapi og kenna seg sum part av eini størri heild. Vit eru ikki skapt til at vera einsamøll, tí vit eru skapt í Guds mynd, og Gud er ein ævigur felagsskapur – faðir, sonur og andi.
Hesin grundleggjandi tørvur hjá menniskjum at vera saman er eisini orsøkin til, at vit hava so nógvar frítíðarfelagsskapir, ítróttarfeløg og aðrar felagsskapir, har fólk koma saman.
Føroyar er eitt lítið samfelag, og sagt verður, at øll kenna øll. Í Føroyum eru familjusambondini tøtt, og sum partur av eini familju eru vit eisini partur av eini størri heild. Grannar kennast, og vit heilsa uppá fólkini, sum vit møta á vegnum. Soleiðis er tað í øllum førum nógvastaðni. Hóast hesa gleðiliga støðu, so eru tað tíverri fleiri, sum kenna seg einsamøll. Ja, einsemi hevur møguliga ongantíð verið størri enn akkurát í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo