Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Vága Floghavn veit nú at siga, at ferðafólkatalið fyri 2016 fer at seta met. Samlaða talið av ferðafólkum sum komu og fóru í 2015 var 276.385 ferðafólk.

Frá 1. desember til 25. desember 2016 komu og fóru 14.616 ferðafólk umvegis flogvøllin. Hetta er ein vøkstur á 7,6 % um man samanber við desembur 2015.

Samlaða talið av ferðafólkum sum hava ferðast umvegis Vága Floghavn fram til 25. desembur 2016 er 289.316. Hetta er ein samlaður vøkstur uppá 5,8 % í mun til somu tíð í 2015.

”Tað verður enn einaferð staðfest, at tær íløgurnar sum eru framdar í føroyska flogvinnu seinastu árini, saman við búskaparvøkstrinum, bera ávøkstur til frama fyri føroyska flogvinnu. Vøkstur hevur verið hvørt ár, síðan vøllurin bleiv longdur og fleiri íløgur blivu gjørdar í og við flogvøllin”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Enn er ov tíðliga at siga akkurát hvat ferðafólkatalið fyri 2016 verður, men nú er also staðfest at tað verður hægri enn í 2015.

”Vit síggja fram ímóti 2017, tá ið føroysk og útlendsk ferðafólk aftur fara at uppliva kapping á føroyskum flogleiðum, og vænta vit, at brúkarin fer at merkja lægri prísir, enn betur tænastu og fleiri møguleikar og fleiri ferðamál. Vit vænta at, at vøksturin í 2017 verður størri enn í 2016”, sigur stjórin á Vága Floghavn. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo