Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-189/2021 eftir § 52 a í tingskipanini um útkoyring av heilivági í Suðuroy, frá Henrik Old, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hví kann góða tænastan, har privat fólk koyra heilivág út frá Suðuroyar Apoteki, ikki halda fram?

2. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at tænastan til brúkaran framyvir verður á sama høga støði?

3. Hvussu nógvar privatar tænastur á heilsuøkinum skal Posta yvirtaka, sum feløg og einstaklingar veita til føroyingar?

Svar:
Til spurning 1

Sambært Landsapotekaranum koyrir Posta allan heilivág út fyri Apoteksverkið, uttan í Suðuroy. Henda skipan hevur virkað í nógv ár, har Apoteksverkið hevur ment útberingina saman við Posta og tí kann Apoteksverkið í dag fylgja pakkanum frá útflýggjan frá apotekinum til peningurin er goldin, ella pakkin er sendur apotekinum aftur. Hetta er sokallaða “track and trace skipanin”.

Í Suðuroy hevur útberingin verið framd av einari aðrari skipan, sum hevur verið knýtt einstøkum privatpersónum í teimum ymisku bygdunum. Í norðaru helvt í Suðuroynni er ein skipan, og í sunnaru helvt hevur ein privatpersónur koyrt pakkarnar út í Hovi, Porkeri og Vági. Ein annar persónur hevur gjørt hetta í Lopra og aftur ein annar í Sumba.

Tó hevur tann parturin av heilivágnum, sum er í skamtposum frá Framleiðsluapotekinum verið borin út av Posta í Suðuroy. Fleiri orsøkir eru til, at Apoteksverkið vil hava somu skipan um alt landið.

Í sambandi við uppstigan av nýggju kt-skipanini hjá Apoteksverkinum, er avgreiðsluhátturin, ið higartil hevur verið frá Suðuroyar Apoteki, ikki longur ein møguleiki. Pengarnir fylgja pakkanum.

Hetta merkir tøkniliga, at nýggja skipanin ikki loyvir eina útflýggjan frá apotekinum uttan gjald, t.v.s., at ein sending til útbering skal gerast við uppkravi við einum gjaldsstrongi frá útberara. Gjaldsstrongurin er samantvinnaður við skipanina “track & trace”, sum Apoteksverkið vil hava at virka fyri alla heilivágsútberingina í Føroyum.

Mett verður ikki, at tað er skynsamt at menna eina sovorna skipan við útbering av einari lítlari nøgd av pakkum saman við fleiri privatum veitarum í Suðuroy.

Við útbering av heilivági við Posta, kann Apoteksverkið tryggja sporføri av pakkunum, og at avrokning fer fram umvegis ein gjaldsstrong.

Sambært Landsapotekaranum tryggjar hetta gjald fyri pakkan, og er bíligast at umsita fyri Apoteksverkið.

Til spurning 2
Sambært Landsapotekaranum hevur Apoteksverkið leingi arbeitt saman við Posta og í tí sambandinum verður mett, at tann góða og trygga útberingin, sum fer fram allastaðni, til hvønn krók í Føroyum, er á nøktandi støði, og fer eisini at gagna viðskiftafólkunum í Suðuroy.

Apoteksverkið og Posta halda fram við at menna útberingina til frama fyri Apoteksverkið og teirra viðskiftafólk.

Apoteksverkið metir, at tað í verandi støðu bert er Posta, sum kann veita útbering av heilivági til allar bygdir í Føroyum hvønn dag, við teimum treytum sum Apoteksverkið hevur til útbering av heilivági.

Til spurning 3
Landsstýrismaðurin er ikki vitandi um, at Posta skal yvirtaka aðrar tænastur í heilsuverkinum, sum privat feløg og einstaklingar í dag veita til føroyingar.

Tað er ábyrgdin hjá avvarðandi stovnsleiðslu, í hesum føri Apoteksverkinum, at gera avtalur og tryggja, at tænastur, sum verða veittar borgarunum, til eina og hvørja tíð eru nøktandi við atliti at dygd og prísi.

Heilsumálaráðið, 24. mai 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo