Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Landsverk: Í sambandi við hálv marathon renningina úr Gásadali til Sandavágs leygardagin 3. september, verður Vatnavegurin stongdur í tíðarskeiðnum kl. 11.30 - 13.00 frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum.

Gásadalstunnilin er somuleiðis stongdur í umleið hálvan tíma millum kl. 11.00 og 11.30, meðan fólk renna og ganga ígjøgnum tunnilin. 

Tað er ítróttarfelagið Frælsi, ið skipar fyri hesum tiltaki saman við Fólkaheilsuráðnum og kommununum í Vágum.

Sí annars kort við rutuni ísv. hálv marathon í Vágum her:

Maraton_vagar2016.pdf(2,95 MB)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo