Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ferðamannaskipið "The Majestic Princess" við tilsamans 4.600 fólkum umborð hevur lagt at í Sydney í Australia, har 800 koronasmittaðir gestir nú verða koyrdir í land og í sóttarhald.

Tað skrivar BBC.

Smittan byrjaði at taka seg upp, tá skipið, sum reiðaríið Carnival Australia eigur, hevði siglt í nakrar dagar. Ongin av teimum smittaðu er álvarsliga sjúkur.

Í 2020 tók álvarslig koronasmitta seg upp ímillum gestirnar umborð á einum øðrum skipi hjá sama reiðaríi. Tá doyðu 28 fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo