Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, og forkvinnan í vinnunevndini, Kristianna Winther Poulsen, fingu í dag handað fyrstu eintøkini av nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Ferðavinnupolitikkurin, “Fólk og ferðavinna - lið um lið”, fevnir um árini 2022 til 2026. Tórshavnar býráð samtykti ferðavinnupolitikkin á býráðsfundi tann 25. mai.

Politikkurin hevur 26 átøk, sum mælt verður til at fremja komandi árini. Høvuðsdenturin verður lagdur á, at borgarar og ferðavinna skulu trívast lið um lið, at Tórshavnar kommuna er eitt grønt ferðamál, og at kommunan stuðlar upp undir mentanarligu tilboðini til búgvandi og ferðandi.

Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við ferðavinnupolitikkinum síðan í heyst, og við støði í hópin av samrøðum og fundum við borgarar, ferðavinnuaktørar og onnur hevur bólkurin gjørt uppskotið til ferðavinnupolitikkin.

Forkvinnan í Vinnunevndini fegnast um nýggja ferðavinnupolitikkin.

-Politikkurin hevur fleiri sera góð átøk, og nú er tað okkara uppgáva sum politikarar at fremja tey í verki. Hetta verður ein spennandi uppgáva, sigur Kristianna Winther Poulsen.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu heldur nýggja ferðavinnupolitikkin vera eitt hent amboð, sum verður til gleði fyri øll øki í kommununi.

-Ferðavinnupolitikkurin fevnir um alla kommununa og tekur fyrilit fyri trivnaðinum hjá øllum, sum her búleikast. Ferðavinnan gevur eitt týdningarmikið íkast at menna samfelagið og gevur bæði inntøkur og mentanarligar upplivingar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Týsdagin 14. juni kl. 14 verður ferðavinnupolitikkurin lagdur fram fyri ferðavinnu, miðlum og øðrum áhugaðum. Hetta verður í Perluni í Tórsgøtu.

Í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt nýggja ferðavinnupolitikkin, vóru: Doris Bjarkhamar, fulltrúi á Stjórnarskrivstovuni, Liljan Weihe, stjóri á Visit Tórshavn, Fríði Bjørgfinnson Nielsen, fulltrúi á Mentamáladeildini, Sissal Christina Fosaa, fulltrúi á Býarskipanardeildini og Óluva Zachariasen, verkætlanarfólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo