

5.021 bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í miðal hvønn dag í fjør.
Tað eru 573 fleiri bilar í miðal um dagin samanborið við 2021. Tá koyrdu 4.448 akfør í miðal.
Tað vísa tøl hjá tunnilsfelagnum, sum Kringvarpið hevur innlit í.
Í desember koyrdu 5.169 bilar í tunlinum um samdøgrið afturímóti 4.619 í 2021, skrivar kvf.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo