At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Stórar broytingar eru hendar í ferðsluni síðani aldarskiftið, har talið av akførum er økt til meir enn tað dupulta, og ferðsluóhappini samstundis eru fækkað niður móti einum triðingi.

Frá 1. jan. 2000 til 1. jan. 2023 er talið av skrásettum motorakførum vaksið úr sløkum 19 túsund upp um 42 túsund. Tað eru stívliga 23 túsund fleiri. Av hesum er talið av persónbilum vaksið við sløkum 14 túsund. Sjálvt um fólkatalið eisini er vaksið munandi, so er vøksturin í tali av akførum enn størri, tí í 2000 vóru tað 3,2 fólk fyri hvønn persónbil, meðan tað nú í 2023 vóru tvey fólk fyri hvønn bilin. 

Ferðuóhappini fækkað niður í ein triðing
Fyrst í hesari øldini var talið av ferðsluóhappum eini 1.200 -1.300 árliga, men tey eru síðani fækkað støðugt niður í 461 í 2023. Lægsta talið var í 2010 við 410 ferðsluóhappum. Hetta vísa yvirlit hjá løgregluni. 

Fólk skadd í ferðsluni
Fólkaskaðar í ferðsluni eru eisini fækkaðir nógv, og somuleiðis talið av ákærdum fyri rúsdrekkakoyring.

Talið av fólkaskaðum í ferðsluni lá millum 60 og 70 árliga mitt í 00-unum fram til 2008, men niður í umleið 20-30 tey síðstu árini.

Tvey fólk lótu lív í ferðsluni í 2022 og eitt fólk í 2021. Eingin doyði av ferðsluvanlukku í 2020. Síðstu 5 árini 2018-22 vóru tað tilsamans 4 fólk, sum doyðu í ferðsluni, og í fimmáraskeiðinum frammanundan 2013-17 vóru tað 16 fólk.

Rúsdrekkakoyring
Talið av teimum, sum eru ákærd fyri rúsdrekkakoyring minkaði eisini munandi, úr sløkum 200 í 2007 niður í 70 í 2017. Men nú er talið aftur økt tey síðstu 5-6 árini upp í 161 í 2023.

Viðmerkjast skal, at í 2009 varð markið fyri rúsdrekkakoyring sett niður úr 0,5 til 0,2 promillu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo