At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-036/2021frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, um veðhald í landbúnaðinum

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at fara frá persónligum veðhaldi fyri lán til landbúnaðin?

2. Er landsstýrismaðurin av teirri áskoðan, at festarar ikki skulu veðseta persónligt?

Svarað verður undir einum:

Við heimild í løgtingslóg um landsjørð kann ein festari leggja raksturin av festinum í eitt partafelag ella eitt smápartafelag. Felagið kann síðani upptaka lán til leysafæ, t.d. til útbúnað, og útbúnaðurin, sum lánið verður veitt til, verður ofta sett sum trygd fyri láninum.

Festarar kunnu eisini taka lán til at keypa festibræv ella til bygningar, sum síðani verða settir á festibrævið. Hesi lán verða upptikin sum persónlig lán, tí festibrævið, sum er knýtt at láninum, er persónligt. Lánið verður vanliga latið við trygd í festibrævinum, og festarin sjálvur er skuldari. Vinnufelagalógin forðar fyri, at slík lán kunnu verða upptikin gjøgnum eitt felag, tí eitt felag kann ikki upptaka lán fyri ein kapitaleigara.

Løgtingsins Umboðsmaður metti í 2007, at hátturin, sum grunnurin valdi at tryggja sínar ognir við, stóð ikki mát við tær avleiðingar, sum kundu verða fyri festaran. Síðani eru festibrøvini vorðin umsetilig, og støðan er nú ein onnur. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt festibræv í útgangsstøði eigur at kunna verða selt fyri tað upprunaliga virðið, t.d. keypsprísin, umframt ta virðisøking, sum ein lánifíggjað íløga hevur givið festinum. Í útgangsstøði átti festarin, sum selur, tí at fingið fyri lánið, so skuldin kann gjaldast aftur.

Fortreytirnar hjá vinnurekandi í landbúnaðinum eru sostatt í útgangsstøði tær somu sum hjá øðrum vinnurekandi, har tann vinnurekandi fær vinningin, um selt verður við vinningi, ella stendur við skuldini, um selt verður við tapi. Einasti munur er, at eitt felag kann ikki standa fyri láni til festibræv og bygningar á festinum.

Spurningurin er so, um lóggávan skal broytast soleiðis, at festibrævið sjálvt kann leggjast í felag, sum síðani kann upptaka lán.

Í útgangsstøði verður mett, at festarar eiga ikki at at veðhalda persónliga.

Yvirskipaða málið um fíggingarviðurskiftini í landbúnaðinum er stórt, og neyðugt er at viðgera og lýsa fleiri tættir í hesum samansetta máli neyvari, áðrenn støða kann takast til, um og hvussu møguligar lógarbroytingar skulu gerast.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 21. september 2021
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo