

Partaeigararnir í Fiat Chrysler Automobiles og Groupe PSA hava samtykt at leggja saman. Hetta merkir, at nýggi sameindi bilaframleiðarin verður ein av teimum fýra størstu í heiminum.
Fiat-Chrysler framleiðir Fiat, Chrysler, Dodge, Ram, Jeep, Fiat, Alfa Romeo, Maserati og Lancia. Groupe PSA framleiðir Peugeot, Citroen, DS, Opel og Vauxhall. Felagið hevur eitt marknaðarvirði uppá 57 miljardir pund.
Hesi feløgini tilsamans framleiddu í fjør bara nakrar fáar bilar færri enn Volkswagen Group. Nýggja felagið fær heitið Stellantis og verður óivað tað felagið, sum samanlagt fer at brúka mest orku og pening til at framleiða elektriskar bilar komandi árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo