Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Á býráðsfundinum hjá Vága kommunu í gjárkvøldið, varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.

Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin verður óbroytt, ávikavist 22% og kr. 5.500,-.

Inntøkurnar hjá Vága kommunu fyri 2022 eru mettar til kr. 108.371.000,- mió. Raksturin er mettur til kr. 97.127.000,- mió. og løgujáttanin er á kr. 47.482.000,- mió.

Í síðstu viku samtykti býráðið í Vága kommunu at fara undir 2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi. Hetta er ein stórur partur av løgujáttanini, og vísur fíggjarætlanin fyri 2022 tí eitt undirskot á kr. 35.877.000,- mió. Men hetta er ein týdningarmikil íløga í framtíðina, metur býráðið í Vága kommunu.

Harafturat eru kr. 10.000.000,- mió. avsettar til byggibúning, og lagt er upp fyri byggibúning næstu árini. Millum verkætlanirnar, ið eru í umbúna, eru útstykkingarnar norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági, umframt ein minni útstykking í Vatnsoyrum.

Íløgurnar eru stórar, men neyðugar og Vága kommuna heldir seg undir einari álíkning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo