Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Suðuroyar Sparikassi: Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi. Hetta var fyrstu ferð, at Fíggjareftirlitið er í bankanum á eftirlitisvitjan innan hvítvaskøkið.

Fíggjareftirlitið metir, at váðin fyri, at Suðuroyar Sparikassi verður nýttur til hvítvask og fígging av yvirgangsvirksemið, er miðal-høgur. Hetta er sami váði, sum bankin hevur í síni váðameting, og er sama váðastøði, ið bankar, sum Suðuroyar Sparikassi kann sammetast við, hevur.

Fíggjareftirlitið hevur álagt Suðuroyar Sparikassa at endurskoða politikkir innan hvítvaskøkið soleiðis, at teir samsvara enn meira við váðametingina, og at javnan dagføra kundakunnleikan.

Síðani eftirlitisvitjanina er nýggj skipan tikin í nýtslu, har kundakunnleikin javnan verður dagførdur – hetta ger, at kundar eitt nú fáa boð í netbankan, har teir verða spurdir um bankasambandið við okkum.

Harumframt er mannagongdin broytt fyri viðgerð av fráboðanum, soleiðis at tað klárt og týðiligt framgongur, hvat verður gjørt.

Suðuroyar Sparikassi tekur frágreiðingina til eftirtektar og neyðugu tillagingarnar eru longur settar í verk.

Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum er tøk her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo