Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-194/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um hjálparátøk fyri húsarhald vegna høgu inflasjónina.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at hækkandi prís- og kostnaðarstøðið ávirkar húsarhaldini í Føroyum?

2. Hvørjum hjálparátøkum arbeiðir landsstýrismaðurin við fyri at bøta um støðuna hjá teimum, sum verða hart rakt av inflasjónini, t.d. teimum nógv hækkandi prísunum á m.a. brennievni og matvørum?

3. Eru serlig hjálparátøk ætlað teimum, sum bert hava fólkapensjón, fyritíðarpensjón ella almannaveiting at liva av?

4. Eru serlig hjálparátøk ætlað teimum við lægstu inntøkunum?

5. Eru serlig hjálparátøk ætlað sperdum barnafamiljum?

Til nr. 1
Ein avleiðing av prísvøkstrinum er, at keypiorkan hjá húsarhaldum minkar og at tiltøkupeningurin hjá húsarhaldum minkar. Enn eru húsarhald í Føroyum ikki rakt eins hart av príshækkingum sum húsarhald í til dømis Danmark ella aðrastaðni í Evropa. Hetta kemur av, at gass verður ikki brúkt til upphiting ella til streymframleiðslu í Føroyum. Prísurin á gassi er fleirfaldaður í Evropa, og hetta merkist væl hjá húsarhaldunum í Evropa. Ein annar munur er, at prísurin á streymi er ikki hækkaður enn í Føroyum, meðan prísurin á streymi er nógv hækkaður í Evropa.

Samlaði prísvøksturin síðani russisku innrásina í Ukraina hevur verið lægri í Føroyum enn aðrastaðni í Evropa. Prísvøksturin í Føroyum var til dømis 4,4% fyrsta ársfjórðing í ár í mun til sama ársfjórðing í 2021 sambært Hagstovuni. Í flestu londum í Evropa er prísvøksturin í løtuni 7-10% um árið.

Til nr. 2, 3, 4 og 5
Fíggjarmálaráðið fylgir neyvt við gongdini í prísvøkstrinum og metir støðugt um, hvørt tað er neyðugt og ráðiligt at seta í verk hjálparátøk frá almennari síðu í sambandi við prísvøksturin, sum sæst í løtuni.

Tað er til eina og hvørja tíð ein politiskur spurningur, um landið eigur at seta í verk hjálparátøk til bólkar í samfelagnum, tá ið prísvøksturin í samfelagnum er óvanliga høgur. Fíggjarmálaráðið mælir til at fylgja við prísgongdini og at seta átøk í verk seinni, um hetta verður mett at vera neyðugt og ráðiligt.

Flestu altjóða búskaparstovnar rokna við, at prísvøksturin fer at hæsa av aftur seinni í ár og í 2023.

Verður mett neyðugt og ráðiligt at seta hjálparátøk í verk í sambandi við prísvøksturin, mælir Fíggjarmálaráðið til at brúka verandi skipanir hjá landinum til endamálið, til dømis familjuískoytið, persónliga viðbótin í fólkapensjónini sambært almannapensjónslógini og kunngerð ella fíggjarliga ískoytið til stakútreiðslur sambært almannalógini.

Fíggjarmálaráðið mælir frá at brúka skattaskipanina ella at broyta avgjøld ella meirvirðisgjaldið á ávísum vørum í sambandi við prísvøksturin, sum sæst í løtuni. Fíggjarmálaráðið mælir eisini til, at møgulig hjálparátøk vera tíðaravmarkað og at tey eru fult fíggjað við at lækka aðrar útreiðslur hjá landinum ella hækka inntøkurnar hjá landinum. Fíggjarmálaráðið heldur tað hava týdning, at væntaða úrslitið hjá landinum í 2022 ikki verður verri, um hjálparátøk verða sett í verk.

Vansin við at landið setir í verk hjálparátøk, tá ið prísirnir á til dømis brennievni ella matvørum hækka nógv, er, at átøkini kunnu vísa seg at raka skeivt og ótilætlað og hava aðrar óhepnar avleiðingar við sær. Til dømis kunnu átøkini forða fyri neyðugum tillagingum í búskapinum og kunnu seinka umleggingini til grønar orkuloysnir og forða fyri øðrum umleggingum í búskapinum.

Fíggjarmálaráðið mælir frá, at landið setir í verk hjálparátøk til húsarhald, sum ikki eru fíggjað við at lækka aðrar almennar útreiðslur ella hækka skattir ella avgjøld. Fleiri fløskuhálsar eru á arbeiðsmarknaðinum og á bústaðarmarknaðinum. Vandin við ófíggjaðum hjálparátøkum til húsarhald er, at hesi kunnu stimbra prísvøksturin enn meira og gera støðuna við fløskuhálsum verri. Ófíggjað hjálparátøk kunnu gera, at prísvøksturin verður enn størri og at enn størri trýst kemur á bústaðarmarknaðin.

Enn ber ikki til at siga, júst hvørjar bólkar í samfelagnum møgulig hjálparátøk koma at fevna um.

Tinganes, 30. mai 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo