Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Talan er um uppskot til løgtingslóg frá Tjóðveldi, sum fíggjarnevndin hevur havt til viðgerðar, og nú hevur lagt fram álit um.

Meirilutin, Erhard Joensen, Aksel V. Johannesen, Bill Justinussen, Rógvi Egilstoft og Kristin Michelsen, vísir millum annað á, at samlaðu inntøkur landskassans fyri 2022 eru mettar at verða knappar 6,3 mia. kr., íroknað ríkisveitingina, og er ríkisveitingin sostatt 10,2% av samlaðu mettu inntøkum landskassans fyri árið 2022.

- Innan 20 ár verður talið av borgarum, sum eru yvir 80 ár, tvífaldað. Hetta er í sjálvum sær sera jaligt, men fer hægst sannlíkt at føra við sær øktar útreiðslur til viðgerðog røkt. Um vit framhaldandi skulu kunna bjóða okkara borgarum tær bestu tænasturnar, er tað ein fortreyt, at inntøkugrundarlagið ikki versnar munandi, sum hetta uppskotið annars leggur upp til.

Minnilutin, Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang, sigur millum annað í sínum áliti, at gjøgnumgongdin av málinum í nevndini hevur givið greið svar uppá møguleikar føroyinga at skerja heildarveitingina og harvið skipa føroyska búskapin, samsvarandi tí framleiðslu og virkismátti, sum býr í føroyska fólkinum og føroyska tilfeinginum.

- Fá lond eru signað við so ríkum møguleikum sum Føroyar, og alt bendir á, at vit megna at stjórna einum sjálvberandi samfelag, um vit vilja. Tað er sum við kúnni. Tú kann leiða hana at ánni, men at drekka fæst hon ikki, um hon ikki sjálv vil.

Málið kemur væntandi til 2. viðgerð í vikuni sum kemur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo