Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Rebellur. Hetja. Svindlari. Gudur. Øll hesi heiti standa á plakatini, tá Filmsfelagið sýnir spildurnýggja heimildarfilmurin ”Diego Maradona” mikukvøldið 4. september.

Hetta er upptakt til dystin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli, sum er dagin eftir. Fótbóltskennarin og útvarpsmaðurin Suni Merkistein fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum.

”Diego Maradona” varir meir enn tveir tímar og byggir á fleiri enn 500 tímar av tilfari, sum ikki er sæð áður. Filmurin stillar hvast og nákvæmt á hin kenda fótbóltsspælaran Diego Armando Maradona, sum í dag er 58 ára gamal.

Í staðin fyri at lýsa alt úr hendingaríka lívinum hjá Maradona, hevur leikstjórin Asif Kapadia, sum eisini gjørdi filmarnar um Amy Winehouse og Ayrton Senna, valt at siga søguna um fortíðina hjá argentinsku legenduni í S.S.C. Napoli árini 1984 til 1991. Hetta var eitt virkið tíðarskeið hjá Maradona: seks kappingarár, tvey heimsmeistarskap, ein kærleikssøga av skandaluslagnum, eitt barn, kokainmisnýtsla og sambandið við mafiuna.

Atgongumerkjasølan er byrjað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo