Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin vísir Filmsfelagið svenska Cannesvinnaran í fjør og Oscaruppskotið í ár A Boy From Heaven.

Hetta er ein krimifilmur, sum fer fram í Kairo, har útróðrarsonurin Adam (Tawfeek Barhom) púra óvæntað sleppur at lesa á lærda Al-Azhar stovninum, ið er avgjørdi maktmiðdepilin hjá sunnimuslimum.

Filmurin er ein hugtakandi spenningssøga á arabiskum um njósnarar, makt og duldar ráðagerðir, sum vit aldri áður hava sæð.

Beint sum Adam skal byrja at lesa, bráðdoyr stórimamurin, ið er andaligi leiðarin á lærustovninum. Avleiðingin er, at politiska maktin í Egyptalandi er ikki at kenna aftur, nú hon er gloppin øllum teim kendu valdspersónunum av hondum.

Myndugleikarnir seta Ibrahim (Fares Fares) at granska málið, tí hildið verður at hann kann peika á næsta leiðaran. Tá lagar lagnan tað so, at júst Adam verður partur av einum náðileysum dysti millum andaligu og politisku leiðararnar um maktina í landinum. Við Adami fáa vit innlit í eina markleysa ræðusøgu, har eingin veit, hvør er at líta á. 

Leikstjórin, Tarik Saleh, er føddur í Stockholm í 1972 og hevur fyrr gjørt filmarnar Metropia (2009) og The Nile Hilton Incident (2017), sum vann fyrstu virðisløn á Sundance Film Festival og fimm Guldbaggevirðislønir m.a. sum besti filmur.

Filmsfelagið 8/2 Boy From Heaven (Tarik Saleh, Svøríki 2022 126 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo