Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin vísir Filmsfelagið franska filmin Bara vit bæði, sum er ein psykologiskt granskandi erotisk nøtrisøga.

Fleirfalt virðislønta filmstjørnan, Valérie Donzelli, er fødd í Épinal har eysturi í Fraklandi í 1973. Hetta er fjórði filmur hon leikstjórnar og fyri avrikið fekk hon fronsku César-virðislønina fyri besta handrit.

Altjóða filmsheitið er Just the two of us, og danska útgávan, sum vit visa, hevur heitið Kun os to. Filmurin er tann upprunafranski, upptikin í París.

Leikstjórin lýsir filmin sum eina psykologiskt granskandi erotiska nøtrisøgu, har Virginie Efira, ið bleiv kend sum Benedetta (2021) í filminum hjá Paul Verhoeven, hevur tvídeilda leiklutin sum Rose og Blanche, ið eru tvíburðar.

Blanche møtir sjarmerandi manninum Greg, og alt bendir á, at tað verða tey bæði. Tí flyta tey saman, og Blanche er sannførd um, at hetta er maðurin, hon vil liva lívið saman við, langt burturi frá tvíburðasystrini Rose, familjuni og heimstaðnum.

Smátt um smátt fer Blanche tó at kenna seg, sum er hon hildin fangi í einum ófrættakendum parlagi við einum áleypandi ráðaríkum manni, sum hon ikki longur kennir ella veit, hvat hann kann finna uppá. Franski filmurin varð frumsýndur tá filmstevnuni í Cannes varð sett.

Filmsfelagið 16/10 kl 20:00 Bara vit bæði (L'amour et les forêts, Valérie Donzelli Frakland 2024 105 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo