Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

François Ozon (f.1967) er ídnasti og fremsti franski filmsleikstjórin. Í nýggasta filminum hevur hann savnað Sophie Marceau, André Dussollier, hina ungu Géraldine Pailhas, sum øll trý eru húskið Bernheim, og stjørnurnar Charlotte Rampling og Hanna Schygulla, sum spældi við í gomlu týsku Fassbinderfilmunum, sum Ozon eisini er farin at endurskapa.

Sophie Marceau er hin veruliga Emmanuèle Bernheim (1955-2017), sum skrivar stórar skaldsøgur og alt gongur væl í hond. Tá 85 ára gamli pápin, André, fær ein hjartatilburð, skundar hon sær á sjúkrahúsið at vera um hann. Ríka tilveran sum kendur høvundur í París tódnar, og verður nú til sjúkrasongina hjá veika pápanum. Hann vil hava dóttrina at hjálpa sær at enda ússaliga lívið, sum ikki er vert at liva. Nú mugu Emmanuèle og systurin, Pascale, velja, um tær skulu lurta eftir pápanum og gera, sum hann ynskir, ella fáa hann á aðrar tankar.

Franskir ummælarar eru samdir um, at Francois Ozon aftur hevur gjørt ein sterkan og nemandi film, sum var í uppskoti at fáa Gylta Pálman í Cannes í ár. 54 ára gamli Ozon hevur vunnið 35 filmsvirðislønir.

Filmurin byggir á sjálvævisøguliga skaldsøgu hjá Emmanuèle Bernheim, sum eisini skrivaði ”Swimming Pool”, ið Ozon gjørdi til film í 2003.

Úr stóra úrvalin hjá Ozon eru ikki færri enn tólv filmar tøkir á ókeypis bókasavnstænastuni Filmstriben. Filmsfelagið hevur fyrr víst svart hvíta meistaraverkið ”Frantz” (2016), sum hevði ein greiðan samkyndan grundtóna, ið er eyðkennið fyri flestu filmar hjá Ozon.

Komandi filmurin hjá arbeiðsama Ozon er ”Peter von Kant”, sum byggir á klassikaran hjá Reiner Werner Fassbinder ”Die bitteren Tränen der Petra von Kant” (1972), sum Filmsfelagið vísti tá í tíðini.

Sýningarnar, sum eru almennar, verða framdar undir herrópinum: Filmsfelagið - filmar í felag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo