Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Filmsfelagið: Mikudagin hin 15. desember er seinasta sýning í Filmsfelagnum í ár. Tá hava vit sæð 46 filmar úr heimsins ymsu herðasodnum, eisini føroysku filmarnar ”Skál”, ”111 góðir dagar” og ”Svartur sannleiki”, sum vit frumsýndu saman við Kringvarpinum.

Hóast vit vísa nýggjar filmar í felag, eru klassikarar sum ”The Shining”, “The Graduate” og “Bliktrommen” eisini slopnir upp í part.

Leikstjórar sum Ulrich Thomsen og Charlotte Sieling hava vitjað, og serliga nógvir filmar, ið varpa ljós á LGBT-viðurskifti hava verið frammi í ár. Teirra millum eru ”Ammonite”, ”Two of us”, ”Supernova” og ”Charlatan”.

Úrvald fólk hava innleitt filmar, sum til dømis Pál Weihe, ið fyri Alzheimerfelagið innleiddi sýningina við “The Father”. Seinasta sýning í ár er svenski “Pleasure”, sum sexologurin, Vivian Sjóðklett, fer at innleiða.

Men akkurát hvør filmur í felag var hin besti?

Skriva til okkum um tína bestu filmsuppliving í Filmsfelagnum í ár. Besti teksturin verður settur á Facebook vangan hjá Filmsfelagnum, og vinnur tvey atgongumerki frá Havnar Bio til eina sýning eftir egnum ynski í nýggja árinum.

Við ynskjum um eini gleðilig jól, takka vit fyri í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo