BirkBloggur: Meðan vit kundu dusa okkum við nýggju CGI versjónini av Lítlu Havfrúnni hjá Disney, bar eisini til í Mentanarvikuni at skotra seg í stólin í Løkshøll og hyggja, meðan tey tendraðu heimliga filmin, 70 metra dýpið, har Bogi Krossteig er fyrstur at kava niður á russisku Olshanu, sum rendi á Flesjarnar og sakk í 2007.
Álvarsemið í ætlanini verður ikki minni, tá Bogi sigur, at hetta er lívshættisligt. Kortini kavar hann. Og vit sleppa við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo