Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Støkk: Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 25. og 26. mars í Bylgjuni í Runavík, og í ár eru tær fimm í tali.

Sýningarnar við børnum undir skúlaaldur eru leygarmorgun kl. 10 og 12, meðan blandaðar framsýningar við eldru liðunum eru leygardag kl. 15 og sunnudag kl. 14 og 16.30. Skráin yvir fimleikaframsýningarnar liggur á www.stokk.fo og á Facebooksíðuni hjá Støkk.

Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn 4-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kvinnur, styrki og konditión, amboðslið og estetisk kappingarlið. Sum nakað nýtt, verður stóra felagsliðið hjá Støkk við umleið 60 fimleikarum í aldrinum 12-75 ár eisini á skánni.

Undir framsýningunum verða merki og ídnisprógv handað.

Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í Bylgjuni báðar dagarnar.

G.G! Vegna bygging av svimjihøll er avmarkað við parkeringsplássum rundan um høllina. Víst verður til onnur parkeringspláss í økinum, sí mynd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo