Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Seks frystilínuskip fiska undir Føroyum. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí, men vantandi fer onkur út um vikuskiftið. - Vit rokna við at okkurt av skipunum fer at landa seinni í vikuni, sigur Fiskamarknaður Føroya í síni meting fyri vikuna sum kemur.

Viðvíkjandi útróðri verður sagt, at streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðrið verður gott, so helst verður nakað av útróðri, hóast fiskaríið er smáligt.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa fyrst í vikuni.  Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.

Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Fýra pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tað fimta parið fiskar svartkalva. Tvey pør fiska gulllaks.

Ein trolbátur er á landleiðini, ein er á Skeivabanka, ein er á Íslandsrygginum og so eru tveir norðanfyri. Allir landa í vikuni. Tað er ein blandingur av toski, hýsu og flatfiski bátarnir fáa.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og fiskaríið er brúkiligt. Tvey fiska havtasku, har er misjavnt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni, sigur Fiskamarknaður Føroya í síni meting fyri næstu vikuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo