

Ein av ikonisku bilunum hjá Renault, Renault 5, verður endurføddur sum elbilur. Renault 5 var ein kultbilur frá 1972 sum varð framleiddur heilt fram til 1996. Hann var vanligur í Føroyum.
Renault er frammarlaga at framleiða elbilar, og nú øll framleiðslan verður løgd um, hava tey sýnt fram konseptútgávuna av Renault 5, sum byggir á tann gamla – tó fæst tann nýggi bara sum elbilur.
Renault hevur sett sær fyri at koma á marknaðin við 14 nýggjum sniðum í 2025. Hetta kalla tey eina “renaulution” (revolution) harav tær fimm fyrstu prototýpurnar allir eru elbilar. Leitað verður aftur í tíð eftir sniðum.
Komandi “Fimmarin” byggir á tann ikoniska R5, sum m.a. var kendur frá kappkoyringum. Fimmarin verður tann fyrsti nýggi elbilurin, sum Renault fer at senda á marknaðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo