Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Uppiborin rósorð trutu ikki frá starvsfeløgum á Danatingi til Sjúrð fyri røðuna.

Ein greið støða um eitt álvarsligt geopolitiskt evni sum Ísrael ímóti Islam.

Ein Thatcher, Trump ella Óli B krevst til so sannførandi og bersøgna røðu.

Mangur politiskur kloddi á Chrborg og aðrastaðni fekk sum vátan vøtt á nevið.

10 mió fólk í demokratiska Ísrael móti 1 mia islamum í diktatoriska Miðeystri.

Tað er eksistentiella málið í ein gogguskeli.  Sum Ísrael fer, so fer heimurin.

Hvat ger Sjúrður annars í einum slúknum Javnaðar kyksendi? Mr. Please-all?

Ideologiskt sum ein pussað billiardkúla. Hann kundi verið allastaðni politiskt.

Ein ‘konradskur’ íspegil og eitt ‘absalonsenskt’ vit. Ein yvirlivari av format.

Svarini til Sjurð vístu, at MF-ar eru søguliga kúheidnir umframt politiskt feikir.

Vesturlendskir veljarar vilja tó flestir heldur hava drangar enn tonglar í brimi.

Nú eru yvir 10 flokkar á Christiansborg, og fleiri skifta leiðslu í heilum.

So lítil munur er nú á hesum bleytu flokkum, at dagsljós sæst ikki millum teirra

Tað kemur enntá fyri, at floksformenn skifta flokk ella stovna nýggjar.

Sjúrður tordi ikki at siga alt
Aftur til Sjúrð, ið bert segði helvtina og kundi tí sligið dupult so hart.

Var frægari stirðil í honum, gav hann sínum egnu partamonnum av grovfíluni.

Øll røðan fór til at verja Ísrael ímóti Islam. Hundurin var tí ikki hálvbardur.

Og tó, tað sveið at hjá fleiri politikarum í høllini, ið kendu seg skammfuktaðar.

Sjúrður ógvast, at universitet fyri Vestan eru klekistøðir fyri anti-semitismu.

Men hann kundi brúkt tíðina at hølva onnur enn muslimar av fyri jødahatur.

Hæddin í ótolsemi skuldi vera, at ein ráðharri varð róptur niður í Kjøpinhavn.

Slíkt hendir fleiri topp fyrilesarum, ið ikki sleppa at røða fyri óðum studentum.

Universitet eru nú fyri øll. Hug- og sosial-’vísindi’ eru nektað fyri vit og vitan.

Sparkaði demokratiskt  valda Netanyahu
Men Sjúrður sveik, tá hann legði eftir Netanyahu og hansara savningarstjórn.

Hvat alternativ heldur Sjúrður vera til knassan í Knesset í Jerusalem?

Ein risa meiriluti av ísraelum bakkar Netanyahu og samgongustjórnina upp.

Skilir Sjúrður ikki, at stjórnarskifti í Ísrael nú er sum at skifta ross í áarfossi.

Hann sparkaði til Ísraels leiðara fyri at lefra fyri sosialistunum á Chr.borg.

Bibi er valdur leiðari ísraels á 3. sinni. Eitt format sum Reagan og Thatcher,

Eingin danskur MF nú ella fyrr kemur Netanyahu til kníggja í dirvi og dugna.

Munur er á garpum í IDF og sosialistiskum gorlakkum, ið mótmæla her.

Viðhefta video prógvar, at dastið at teim, ið mótmæla, eru ‘hvítir’ sosialistar.

Verðsins bestu hyklarar, við Gar Støre á odda, fær lov og prís frá Hamas.

Grundin til tøkkina er, at Oslo-stjórnin stuðlar Hamas í eini tví-stata loysn.

Ger stjórnin hjá Mette, Løkke (og Sjúrði) sum hin norska? So er tað svik.

Ísraelar og palestinar samanleinkjaðir á øki sum Jútland hevði blivið blóðbað.

Jødar allastaðni skapa til sín og øll. Islamar allastaðni oyða alt og onnur.

Netanyhu stendur enn sum drangur í dyningi móti vingluskøltum kring heimin.

At sosialistarnir Biden og Blinken svíkja sín sameinda Ísrael sigur alt um teir.

At teir krevja stjórnina frá í einasta demokratiska landi í Miðeystri er ein gøla.

Bið heldur Mette-stjórnina gjalda Danmarkar NATO-part til Ukraina-kríggið.

Sjúrðar anti-semitisku partafólk
Sjúrður sveik, tá hann veik undan at leypa á anti-semitarnar í okkara tíð.

Bakbeistini millum jødahatarar í dag eru Sjúrðar sosialistisku samsintu.

Mió islamar liva sum greivar vestanfyri, men hata Ísrael, jødar og kristin.

Men nógv flestu anti-semitar í dag eru forkelaðir sosialistiskir studentar.

(Hamas-)John, (Biden-)GLP og nú Katrin P ovast á tíðindadeildini í Sortudíki!

Sama við heimsins journa(sosia)listum: 90% eru pro-Hamas og anti-Ísrael.

Sosialu miðlarnir eru grøtuliga grunnir og barnsligir. Ikki fyri hugsandi fólk.

90% av lærarum á universitetum, í tí almenna og ‘intellektuell’ eru sosialistar.

Sos Dem, SF, Enhedslisten, RV og Alternativet halda lítið um Ísrael.

Kamban og Skaale skilja ikki, at Himler var minni nationalur enn sosialistur.

Hitler hataði mest jødar, men næst mest kapitalismu. Ein sosialistur aftrat.

Í dag dríva akademikarar, journalistar og sosialistar heimsins anti-semitismu.

Tað tordi Sjúrður ikki at nevna, tí dagsins anti-semitar eru hansara ‘javnlíkar’.

Men annars, Sjúrður, ein vitandi og mergjað verjurøðu fyri Ísrael.

Tíverri bert hálvt evnið, og hálvur veruleikin. Tú noyðist væl at verja tíni.

Í tínum stað hevði eg ikki givið Danatingi hálvan, men allan høgra armin.

Shalom.
Óli Breckmann. 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo