Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

"Alt er ikki sum tað plagdi" er heitið á málningaframsýning hjá Finleif Mortensen sum letur upp á Mentanarnáttini í Havn 3. juni. 

Á framsýningini eru umleið 30 verk við. 

Tað sum yvirskriftin fyri framsýningina sipar til er at Finleif Mortensen vil ikki seta seg sjálvan í bás sum listamann og bert mála tað hann plagdi, so umframt tað traditionella myndaevni við føroyskum bygdaløgum eru fleiri abstraktir málningar við, umframt nøkur verk við blandaðari tøkni.

Teir abstraktu málningarnar liva sítt egna lív og eru ikki bundnir av nøkrum ávísum motivi, men eru heldir ein sansalig uppliving í litum, formum og linjum.

Tað traditonella myndaevni lýsir føroyska bygdalagið á ein fríðan hátt, har litirnar flóta inn í hvønn annan og geva eina hugfarsliga bygdamynd.

Framsýningin letur upp á Mentanarnáttini kl. 15.00 - 23.00, Leygardagin og til týsdagin 7. juni er framsýningin opin frá 14-19.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo