

Við á framsýningina hesaferð hevur vælumtókti listamaðurin 30 oljumálningar i ymiskum støddum.
Eyðkent fyri verkini hjá Finleifi eru føgru litirnir og tað einfalda landslagið, sum hann gandar fram við penslinum.
- Eg royni at foreinkla tað føroyska landslagið. Trekki bara tær grovu linjurnar upp og hugsi minni um smálutirnar. Vil heldur fanga rúttmuna í smáu húsunum á bygd og tær einføldu linjurnar á fjøllunum og oyggjunum, sigur Finleif Mortensen.
Listamaðurin gongur nógv í føroysku náttúruni og er javnan at finna á ovastu fjallatindunum. Hann er hugtikin av homrum, klettum og skorum, og hetta sæst aftur í nógvum av teimum abstraktu málningunum, sum eru við á framsýningini. Alt í føgrum litum sum minna okkum á, at summarið skjótt er í hondum.
Seinni í apríl hevur Finleif Mortensen framsýning hjá Gallarí Sct. Gertrud í Keypmannahavn. Og í summar og heyst eru aðrar framsýningar á skránni.
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur upp hósdagin 31. mars klokkan 16. Opið er gerandisdagar kl 13-19, leygardag kl 11-19 og sunnudag kl 14-19. Framsýningin letur aftur týsdagin 5. apríl kl 19.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo