Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í summar lá lortur í sandkassanum hjá vøggustovuni í Sóljugarði í Sandavági.

Starvsfólkini valdu so at skifta sandin, ti tað er ikki tespiligt hjá børnunum at spæla í slíkum sandi, men tað gekk ikki lang tíð aftaná, at sandurin var skiftur, so var aftur lortur í sandkassanum.

Tvær ferðir er lortur funnin og sandurin skiftur. Fyrru ferð var fyrst í juli og tá var lortur funnin frá eini fimm 'wc vitjanum'.

Aðru ferð er í dag, har tvey 'finningarstøð' vóru, og nú er málið meldað til løgregluna.

- Sandurin er skiftur aftur í dag og vit fara nú at skaffa eitt hvørt at dekka sandin til uttanfyri vanliga arbeiðstíð, so hetta ikki kann henda aftur.

- Tað merkir so at ongin kann spæla í sandkassanum í vikuskiftinum, sum annars nógv plaga at gera, sigur Lovisa P. Glerfoss við VP.

Tað sum undrar starvsfólkini er, at omaná lortinum liggur pappír, sum starvsfólkini hava at turka sær um hendurnar við.

Hetta kleenex-líknandi pappírið er á húsavegginum, og so høgt uppi, at børnini ikki sleppa til tað. Tað vil við øðrum orðum siga, at talan er um ein vaksnan persón, sum á hendan hátt ger seg inn á barnagarðin og ikki minst børnini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo