Finska flogfelagið Finnair hevur í dag skrivað undir sáttmála við svensku verksmiðjuna Heart Aerospace um at byggja upp til 20 flogfør av slagnum ES-19. Tað serliga við hesum flogfarinum er, at tað bert brúkar elmegi. Tað kann flúgva 400 kilometrar við 19 ferðafólkum, og tað hevur bert tørv á 750 metrar av vøll fyri at seta seg og fara á flog.
Tað er miðilin Travel Trade Outbound Scandinavia sum hevur tíðindini.
Sagt verður, at flogfarið er serliga ætlað til avbjóðandi innanríkisflúgvingina í norðurlondum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo