Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan:  Leon Smith, tøkniligur leiðari á Havstovuni hevði mikudagin 18. mai framløgu um fyrireiking, bygging og royndir við nýggja havsrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Dagarnar 17. til 19. mai var fiskivinnuframsýningarstevnan Fish Fair enn einaferð í Klaksvík. Í samband við framsýningina vóru eisini fyrilestrar, har ymisk viðurskifti, sum hava samband við fiskivinnuna vóru á skránni.

Hesu ferð var deildarleiðarin á Havstovuni Leon Smith eisini á fyrilestrarskránni og greiddi hann frá um fyrireikingarnar, byggingina og royndirnar við nýggja havrannsóknarskipinum.

Jákup Sverri var handaður Havstovuni í 2020, eftir eitt 10 ára tíðarskeið við fyrireiking og síðani bygging á Mest frá 2017 til 2020.

Jákup Sverri er eitt serskip bygt til endamálið at gera havrannsóknir, men hevur eisini útgerð til at gera botnkanningar og seismiskar kanningar. Lesast kann meira um skipið á heimasíðuni hjá Havstovuni her og í blaðnum Sjóvarmál frá 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo